Um okkum.
EM Asfalt byrjaði sítt virksemi í 1999 undir navninum EJ Asfalt. Í 2003 varð bygnaðurin í felagnum endurskipaður, og varð navnið broytt til EM Asfalt.
Í 2004 varð Essan í Søldarfirði keypt, og SP/F Essan varð stovnað. Í Essuni verða okkara maskinur viðlíkahildnar, og í sama bygningi hevur EM Asfalt bæði skrivstovu og felagshøli.
Felagið hevur verið í støðugari menning og kann átaka sær allar uppgávur innan asfaltering og tilhoyrandi tænastur kring alt landið. Okkara dugnaligu starvsfólk fremja arbeiðið við royndum, nærveru og virðing fyri tørvinum hjá kundanum, soleiðis at vit tryggja góð og haldfør úrslit.