Fresing.
Við asfaltarbeiði er tað eins og við øðrum arbeiði, at forarbeiði hevur stóran týðning fyri endaliga úrslitið.
Har vegurin er sporslitin ella ikki hevur rætta halli og har í fortovskantur er, er besta og ofta einasta loysnin at fresa omanav.
Til hetta hava vit ein Wirtgen 2000 asfaltfresara ið hevur tvær fresaravalsur, eina til planfresing og eina til dýbdarfresing, báðar 2 metur breiðar.
Við planfresarahjulinum fært tú eina slætta yvirflatu
og við dýbdarfresarahjulinum ber til at fresa 32 cm niður.